nation_1nation_1nation_1
phone

333 123

Útferðin er samansett av: siglitúri, spáki- ella gongutúri, vit njóta mat, drekka og løtuna og fáa frásagnir

 

Vit sigla spakuliga frá Flúgvarabedinini suður í Oyrar – uml. 6 km og tekur tað um 45 min.

Tað rullar ongantíð og vit sita væl og hava gott útsýni. Umborð er fjálgt og hugnaligt.

Á ferðini bjóða vit okkurt leskiligt: altíð kaffi og heimabakaða Lakeside-køku.

Á allari ferðini verður sagt frá ymiskum vit síggja og øðrum sum snýr seg um tað.

 

Í Oyrum, sum økið við syðra vatnsendan eitur, har Bøsdalafossur rennur í havið, fara vit í land. Vit ganga og spáka í landi í umleið 1 tíma, sum nú veðrið er og fólk hava hug til. Har er gott at ganga, fyrst á sløttum vølli, síðan á hellu, út til fossin. Bøsdalafossur er 30 metrar høgur og føroya størsti fossur, tá talan er um nøgd av vatni. Her eru góð høvi at taka myndir á fleiri støðum, uttan at fara út á eggina. Vit ganga framvið berginum vestureftir og  Geitiskorardrang. Omanaftur til bátin ganga vit ígjøgnum væl vallaðan haga og framvið vatnsstrondini aftur til bátin. Tilsamans uml. 1 km og hæddar munur uml. 40 metrar – allastaðni gott og vandaleyst at ganga. Fyri tey vonu, er túrurin nøktandi og fyri tey óvonu, ein hóskandi avbjóðing.

Um fólk ikki hætta sær allan túrin, ber til at taka ein part av honum ella bert ganga í friðsæluni við ánna og vatnsendan beint við bátin. Tilber eisini at sita umborð, kanska við opnari hurð og njóta løtuna.

 

Samanumtikið

Lakeside Sightseening | ©2014 Design & Developed by APPNET